UEFA Grassroots dagur

Í sambandi við at UEFA Champions League finalan er leygardagin 22. mai 2010, so hevur UEFA útnevnt vikuna upp undir finaluna til Grassroots viku. Her skal fokus setast á Grassroots fótbólt – áhugafótbólt – og øll limalond verða eggjað til at hava ein serligan Grassroots dag í hesi vikuni. Grassroots dagurin í Føroyum hevur verið…

Meistaraligt! B36-NSÍ 1-5

Tað er trupult at skriva óheft um ein dyst í sigursrúsinum av einum 5-1 sigri. Og tað er eisini í fínasta ordan. Tað, sum stendur eftir í dag, er trivaligi sigurin og rómurin millum tey mongu viðhaldsfólkini í vakra summarveðrinum í Gundadali. Venjarin valdi at nýta somu byrjunaruppstilling, sum hevur leitt okkum til sigurs hesi…

Christian Høgni – dagsins maður móti B68

Síðani dystin móti B68 mikukvøldið hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti B68. Nú atkvøðugreiðslan er stongd er tveymálsskjúttin, føðingardagsbarnið, liðskiparin og toppskorarin í Vodafone deildini, Christian Høgni Jacobsen, klárt á odda við 51% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 119 av teimum 233 givnu atkvøðunum. Enn einaferð setti hann met í atkvøðum, sum…

|

Úr skotgrøvini: Jón Kragesteen, B36

Undan dystinum sunnudagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jón Kragesteen. Navn og aldur: Jón Kragesteen, 49 ár. Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum? Havi faktisk sparkað eitt sindur. Spældi eitt ár við unglingaliðnnum hjá B36. Men eg mátti gevast við fótbólti sum ungur vegna skaða í beininum….

Christian Høgni – dagsins maður móti EB/Streymi

Síðani dystin móti EB/Streymi seinasta fríggjakvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti EB/Streymi. Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Christian Høgni Jacobsen klárt á odda við 39% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 91 av teimum 235 givnu atkvøðunum. Hetta er nógv tann størsta undirtøkan, nakar einstakur leikari heur fingið higartil. Christian Høgni  varð…