|

Úr skotgrøvini: Óli Høgnesen, Víkingur

Undan dystinum í morgin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Óli Høgnesen. Navn og aldur? Óli Høgnesen, 57. Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum? Fyrstu árini spældi eg við ÍF – tá var eingin vøllur í Leirvík. Eg spældi við besta liðinum hjá ÍF fyrra hálvu av 1973,…

|

Fjepparin: Benny Hansen

Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Benny Hansen. Navn? Benny Hansen Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar? Ja, standi á áskoðaraplássunum beint uppiyvir WC’inum, um eg ikki eri dómaravakt. Spældi tú sjálvur, og hvar? Ja, í 4. deild. Áleypari og á høgra vongi. Yndisleikari hjá…

|

Stór gospel konsert á Eystanstevnu

Fríggjakvøldið 18 juni, á Eystanstevnu, skipar NSÍ fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, luttaka. Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrarnir høvi til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hall Joensen framføra úr…

|

NSÍ vunnið Fair Play virðisløn

Undir dystinum móti FC Suðuroy leygardagin fekk NSÍ handað eina Fair Play virðisløn. Svenski felagsskapurin Vänner af Färöisk Fotball letur á hvørjum ári ein sonevndan Fair Play Prize til tað liðið í føroysku Vodafonedeildini, ið hevur fingið fægst kort í einum kappingarári. Heiðurin var fyrstu ferð latin fyri kappingarárið 2009. Og tað vildi so til,…