Felagið

Bylgju Cup 2012: Innandurakapping í Klaksvík 29-30 desember

Bylgju Cup 2012

Leygardagin tann 29. desember og sunnudagin 30. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Væntandi verður undirtøkan stór. Kappingin hevur fleiri ár á baki og í 2011 vóru áleið 100 lið, við umleið 500 leikarum, sum komu frá øllum landinum.

Kappingin er fyri yngru deildir upp til og við unglingum og vaksin, har strangur regul er um, at einans tveir leikarar kunnu vera á sama liði frá Effodeildini/1.deild ella kapping uttanlanda, ið er á støði við hesar kappingar.

Kappingin umfatar:

U 8 dreingir pinkulingar 5-7 ár (f. 2005-08)

U 10 dreingir smápiltar 8-9 ár (f. 2003-04)

U 12 dreingir piltar 10-11 ár (f. 2001-02)

U 14 dreingir smádreingir 12-13 ár (f. 1999-00)

U 16 dreingir 14-15 ár (f. 1997-98)

U 18 dreingir unglingar 16-17 ár (f. 1995-96)

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild)

Verður nóg stór undirtøka(minst 4 lið til hvørja deild), so verða kappingar eisini í hesum deildum: (Um ikki fáa gentuliðini møguleikan at spæla við dreingjunum í einum árgangi lægri, sum hevur riggað væl undanfarin ár)

U 8 gentur 5-7 ár (f. 2005-08)

U 10 gentur 8-9 ár (f. 2003-04)

U 12 gentur 10-11 ár (f. 2001-02)

U 14 gentur 12-13 ár (f. 1999-00)

U 17 gentur 14-16 ár (f. 1996-98)

Eftir ætlan leika allar tær yngru deildirnar leygardagin 29.desemeber, men møguliga verða U16 og/ella U 14 dreingir fluttir til sunnudagin 30. desember, tá kappingin byrjar kl. 13.00. Vaksin leika sunnudagin. Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U-16 dreingir, U-18 unglingar og U-17 gentur við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Dómarar verða núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort á virðið tilsamans 1500 kr., meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. 228660/261221 ella á [email protected]

Síðsta freist at melda til er hóskvøldið 27. desember kl. 19.00

Kostnaðurin er kr. 300,- fyri liðið. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin kr. 400,-.

 

Líknandi tíðindi