Broyting í venjingartíð hjá børnum undir skúlaaldur
Galdandi frá komandi mánadag 30 mai, verður venjingin hjá børnum undir skúlaaldur mánadagar frá kl 16.00-17.00.
Vinarliga
Sonja og Rakul
Her er ein lítil frásøgn frá NSÍ piltum A,sum vóru á Sandi leygardagin 30. apríl Veðrið var av tí allarfagrasta tá piltar saman við foreldrum møttu við NSÍ hølið kl 7.00 leygarmorgun. Farið var av Gomlurætt 8.45, og kappingin sjálv skuldi byrja 9.30 Leikarnir høvdu rættiliga glett seg til at royna nýggja vøllin á Sandi….
Dánjal á Lakjuni, ÍF, Heri Nesá, Århus Fremad og Jens Joensen NSÍ eru úttiknir í staðin fyri Róald Jakobsen B36, Rógva Holm HB og Heina Vatnsdal FC Suðuroy. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum seinnapartin í dag og verður í Moldova mikukvøldið. U21 landsdysturin móti Moldova verður nú leygarkvøldið klokkan 15 føroyska tíð….
Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB. Liðini hava leikt eina venjingardyst í móti hvørjum øðrum, áðrenn VFF Cup byrjaði, og tá vann HB. Men leygardagin lótu NSÍ kvinnurnar ongan iva verða, og vunnu 7-0. Málini fingu: Heidi Sevdal (hattrick), Lena Olsen (2 mál), Rutt Gregersen og Julia Naomi Mortensen. Hetta…
Leygardagin 11. juli 2015 skipar B36 aftur fyri Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala. Talan er sostatt um kapping, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av, og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. Hetta er…
Jørgen Nielsen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála 😃 Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu víst síni evnir, og er hann stórt talent í felagnum.Vit eru øll sera fegin um, at Jørgen hevur longt sáttmálan, og ynskja vit honum hjartaliga tillukku og góða eydnu 🐝🐝🐝
G-13 genturnar sum vóru á venjingarlegu í Vildbjerg í summar komu væl frá byrjan í endaspælinum, við at vinna 2-1 á Giza Hoyvík. Anja Højgaard skoraði bæði málini. Síðani spældu tær ímóti HBb og vunnu 1-0, málskjútti Hanna Fredriksberg. Óførar eru tær, og vit ynskja teimun góða eydnu víðari. Saman standa vit sterk…