Brøndby Cup: U-15 vann 5-1 á B93 í dag

Seinasti dysturin hjá U-15 landsliðnum á Brøndby Cup, var spældur í dag. Føroyar vann ein greiðan sigur á B93.

Ùrslitið var 5-1 til Føroyar eftir at hálvleiksstøðan var 2-1.

Føroysku málini í dag skutu Meinhard 2, Jákup T. 2 og Betuel 1

Hagtøl: U-15 vs B93: 5-1 (2-1)

0-1: B93

1-1: Meinhard

2-1: Jákup T.

3-1: Betuel

4-1: Meinhard

5-1: Jákup T.

Liðið í dag: Karstin, Jákup, Bartal, Rói, Levi, Aron, Betuel, Ari, Sunvar, Absalon og Jákup T. Meinhard kom inn tá umleið 25 min vóru leiktir. Ì seinna hálvleiki komu Esmar, Jákup A., Høgni og Erlendur eisini inn.

Føroyska ferðalagið fer heim til Føroyar í kvøld.

U-15 landsliðið á Brøndby Cup 2011:

Málverjar: Karstin Hansen og Hjalti Strømsten

Verjuleikarar: Jákup Hansen, Bartal Wardum, Hilmar Leon Jakobsen, Rói Olsen, Jákup Andreasen og Høgni Nielsen

Miðvallarir: Betuel Hansen, Aron Clementsen, Sunvar Hansen, Levi Jøkladal, Erlendur Magnusson, Esmar Clementsen, Absalon Eliasen

Àleyparir: Meinhard Olsen, Jákup L. Thomsen, Ari Mohr Olsen

Venjarir. Eli Hentse og Mathias Davidsen

Vøddamýkjari: Gudrid Nolsøe

Liðleiðari: Jan Andersen

Leiðari: Niclas Davidsen

Líknandi tíðindi