Felagið

Brøndby Cup: U-15 landsliðið fekk javnleik í fyrsta dystinum

Føroyska U-15 landsliðið luttekur í sterku fótbóltskappingi Brøndby Cup í hesum døgum. Føroyar luttaka í elitubólkinum U-15 og eru í innleiðandi umfarinum komnir í bólk saman við FC Nordsjælland, FC Midjylland og SønderjyskE.

Í gjár leiktu U-15 dreingirnir sín fyrsta dyst móti Nordsjælland og endaði dysturin við javnleiki 1-1. Einsamalla føroyska málið gjørdi Jóhan Waag Høgnesen úr KÍ. Dystarskráin hjá landsliðnum komandi dagarnar sær soleiðis út:

Mánadagur 30 juli: SønderjyskE – Føroyar U-15

Týsdagur 31 juli: Føroyar U-15 – FC Midjylland

Finaluumfarið og dystirnir um plassering verða miku og hósdagin 1 og august.

Á U-15 landsliðnum eru 3 leikarir úr NSÍ. Karstin Hansen, Petur Knudsen og Jannik Olsen. Teir vóru allir í leiki ígjár.

Góða eydnu víðari í kappingini.

 

MYND: U15 landsliðið beint eftir dystin í móti FC Nordsjælland, ið sigst at vera Danmarks besta lið, á teirra aldri.

Hagtøl:

Leikstaður: Brøndby, Danmark
Dagf.:
29. juli 2012
Føroyar U15 – FC Nordsjælland 1-1 (1-1) 0-1: 1-1: Jóhan Waag Høgnesen, 28. min.
Føroyar: Karstin Hansen Jóhan Waag Høgnesen Bjarni Petersen Hilmar Leon Jacobsen Daniel Johansen Janus Svabo Samuelsen Teit Jacobsen Jákup B. Andreasen (liðs.) Petur Knudsen Fannhard Skoradal Jákup L. Thomsen
Inn/útskiftingar: 54. min. Adrian Justinussen >> Fannhard Skoradal << 54. min. Eyðstein Zachariassen >> Daniel Johansen << 63. min. Jannik Olsen >> Teit Jacobsen << 68. min. Pætur Petersen >> Jákup L. Thomsen << Óbrúktir leikarar: Rói Zachariassen Tummas Martin Jacobsen Rani Joensen
Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen

KELDA: www.fsf.fo

 

 

Líknandi tíðindi