Brøndby Cup 2012: U-15 landsliðið endaði á tíggjunda plássi

Føroyska U15-landsliðið spældi mikudagin fjórða dystin í Brøndby Cup í Danmark. Mótstøðuliðið hesuferð var HB Køge, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til føroyska liðið. Sigurin hevði við sær, at føroysku dreingirnir spældu um 9. plássið í kappingini.

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum fekk onga úrtøku í seinasta dystinum í Brøndby Cup 2012, sum varð spældur ímóti OB úr Odense. Úrslitið gjørdist 3-2 til OB, eftir at støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Tað vóru annars føroysku dreingirnir ið løgdu betri fyri, og longu í 2. minutti legði Jákup Ludvig Thomsen Føroyar á odda.
Føroyska leiðslan helt sær í eitt korter, og tá seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal gjørdist støðan 2-1 til danir. OB var betra liðið, og lítla løtu seinni gjørdist støðan 3-1 til dreingirnar úr Odense.

Men 10 minuttir fyri leiklok peikaði dómarin á brotssparksblettin, og úr ellivu metrum var Jóhan Waag Høgnesen tryggur, og skorai til endaliga úrslitið 3-2 til OB.

Sum heild eydnaðist kappingin væl, og tá avtornaði gjørdist føroyska U15-landsliðið nummar 10 í Brøndby Cup 2012.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar hóskvøldið.

Tríggjir leikarir úr NSÌ hava verið á U-15 landsliðnum. Karstin Hansen málmaður, Petur Knudsen framherji og Jannik Olsen framherji

HAGTØL:

Leikstaður: Brøndby, Danmark
Dagf.: 2. august 2012
Kapping: Brøndby Cup
Føroyar U15 – OB Odense 2-3 (1-1) 1-0: Jákup Ludvig Thomsen, 2. min. 1-1: 1-2: 1-3: 2-3: Jóhan W. Høgnesen, 62. min. (br.)
Føroyar: 1. Karstin Hansen 5. Tummas Martin Jacobsen 6. Jóhan Waag Høgnesen 7. Janus Svabo Samuelsen 8. Petur Knudsen 9. Jákup L. Thomsen 10. Jákup B. Andreassen 13. Adrian Justinussen 14. Eyðstein Zachariassen 15. Teit Jacobsen 18. Hilmar Leon Jacobsen
Inn/útskiftingar: 36. min. >> 3. Daniel Johansen >> 13. Adrian Justinussen 42. min. >> 11. Fannhard A. Skoradal >> 15. Teit Jacobsen 42. min. >> 4. Bjarni Petersen >> 5. Tummas Martin Jacobsen 47. min. >> 2. Rani Joensen >> 10. Jákup B. Andreassen 59. min. >> 17. Jannik Olsen >> 7. Janus S. Samuelsen 66. min. >> 12. Pætur Petersen >> 9. Jákup L. Thomsen
Óbrúktir leikarar: 16. Rói Zachariassen
Venjarar: Eli Hentze og Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen

Líknandi tíðindi