BORG stuðlar NSÍ
BORG stuðlar NSÍ í kappingarárinum 2020. Vit eru fegin um stuðulin fra BORG.
Enduliga er aftur ein heimadystur. Hesuferð kemur EB-Streymur á vitjan við Løkin. Dysturin er sunnudagin kl 15.00. Nú kann NSÌ so reisa seg aftur, eftir at hava tapt 2 dystir á rað í Gundadali. Tí hevur hesin dysturin stóran týdning fyri felagið og leikarar, og við einum sigri halda vit framvegis kontakt við toppin í…
Ì kvøld kl 19.00 leika okkara unglingar (dreingir U-18) móti føroyska U-17 landsliðnum venjingardyst á nýggja graslíkisvøllinum á Toftum. Landsliðið hevur verið á venjingarlegu í Havn síðan sunnudagin. Liðið hevur í hesum sambandi leikt 3 dystir móti ávikavist HB, KÌ og B36 unglingum styrkt við nøkrum eldri leikarum. Ùrslitini hava verið hesi: U-17 vs HB: 5-1…
NSÍ er vorðið limur í evropeiska felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, European Club Association, ECA. NSÍ og B36 eru higartil einastu føroysku umboðini í felagsskapinum. Felagsskapurin vaks úr G14-samstarvinum og varð formelt viðurkendur av UEFA og FIFA í 2008. ECA hevur 144 limafeløg úr teimum 53 limatjóðunum í UEFA. Formaður í ECA er fyrrverandi týski stórleikarin Karl-Heinz…
Týsdagin 19. mars kl. 18.00 – 19.00 skipar NSÍ fyri eini felags venjing fyri yngru deildirnar. Vit vilja tí bjóða øllum fótbóltsáhugaðum børnum til venjingina. Venjingin byrjar kl. 18.00, har nakrir av betri leikarunum hjá NSÍ, koma at hava nøkur stuttlig spøl saman við børninum. Venjarnir hjá teimum ymisku liðunum, vera eisini til venjingina. NSÍ…
1994, lunnar lagdir undir eina bjarta framtíð fyri NSÍ. Eg var bara 7 ára gamal, tá eg møtti til fyrstu venjingina við smápiltunum hjá NSÍ. Pól Jákup Poulsen og eg komu úr Lamba, har vit plagdu at sparka í bønum. Bólt høvdu vit keypt í handlinum á Langanesi. Peningin fingu vit við at selja fløskur,…
Venjingartíðirnar fyri ymisku deildirnar og liðini, eru nú at finna á heimasíðuni. Her er eisini yvirlit yvir venjararnar. Við at trýsta á bjálkan “Venjingartíðir” omanfyri ber til at klikkja seg inn á venjingartíðirnar 2010. Venjingartíðirnar nevndar omanfyri verða