Tíðindi

Bill McLeod Jacobsen settur sum fótbóltsmennari í NSÍ

NSÍ og Bill hava í dag gjørt sáttmála, Bill kemur at arbeiða í NSÍ venjaratoyminum, har hann kemur at hava ábyrgd av leikaramenningini. Bill kemur við sínum nógvum royndum, at styrkja um felagið, og fer at leggja orku og arbeiði í menningina av okkara ungu leikaranum. Hansara arbeiði verður í mesta mun yvirgangs fasan ímillum ungdóm og vaksnamannafótbólt. Bill kemur at venja 1 deild hjá NSÍ, og fer at arbeiða tætt saman við alt venjaratoymið í felagnum, soleiðis at okkara ungu evnaríku leikararnir fáa best hugsandi umstøður at mennast enn meira.

Umframt hettar kemur Bill at arbeiða sum høvuðsungdómsvenjari í tøttum samstarvi við Christian Høgna Jacobsen, Rúna Rasmussen, Jónstein Petersen og Jákup Mortensen.

NSÍ ynskir at uppraðfesta góða arbeiði í felagnum, og á hendan hátt styrkja vit felagið enn meira, og skapa betri karmar í felagsskapinum. NSÍ ynskir at flyta seg sum felag, og eru vit sera fegin um at Bill hevur valt av taka av starvinum, og vit ynskja honum vælkomnum til felagið, og allar bestu eydnu í starvinum.

Líknandi tíðindi