Felagið

Betuel Hansen royndarvenur í Silkeborg

Eitt av okkara stóru talentum, 14 ára gamli Betuel Hansen, er í løtuni og royndarvenur í Silkeborg í Danmark. Betuel venur við U-15 úrvalsliðnum hjá Silkeborg.

Betuel hevur nú verið í eina viku Silkeborg, av tveimum íalt.

Sum heimasíðan skilir, hevur tað gingist væl við royndarvenjingini hjá Betuel. Betuel var eisini og royndarvandi við Silkeborg fyri einum ári síðan, við teimum somu, sum nú eru á U-15 liðnum hjá Silkeborg.

Sum skilst, hevur Betuel, ment seg lutfalsliga meira enn donsku dreingirnir, serliga hvat likamsførleika viðvíkur.

Her heima spælir Betuel, við dreingjaliðnum hjá NSÍ sjálvt, um hann hevur smádreingjaaldur.

Betuel hevur verið á føroyska U-15 landsliðnum bæði í ár og fjør.

Heimasíðan ynskir Betuel, framhaldandi góða eydnu við royndarvenjingini í Silkeborg.

Líknandi tíðindi