Betuel, Meinhard og Petur úttiknir til U-17 landsliðið

Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri.

Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 leikararnar:

Teit Jacobsen, Hilmar Leon Jakobsen, Bartal Wardum og Jákup Ludvig Thomsen, HB

Beteul Hansen, Petur Knudsen og Meinhard Olsen, NSÍ

Símun Jóhan Wolles, Jan á Høgaryggi og Rói Olsen, EB/Streymur

Hjalti Strømsten og Óli Kristian Jacobsen, Víkingur

Jóhan Waag Høgnesen og Mikkjal á Bergi, KÍ

Høgni E. Nielsen, 07 Vestur

Absalon Eliasen, Randers FC (DK)

Levi Jøkladal, ÍF

Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy

Betuel er 15 ár og sera evnaríkur miðvallari. Hann spældi við U-15 landsliðnum í 2010 og 2011. Í fjør spældi Betuel við U-17 landsliðnum. Betuel venur fast við okkara Effohópi og tað er væl hugsandi at hann fær debut á okkara besta liði skjótt.

Betuel hevur fingið í boði tvey ára ungdómssáttmála við superliga felagið Silkeborg frá summar av, men hevur ikki tikið endaliga støðu til tilboðið.

Meinhard er 15 ár og spælir mest sum kantur og áleypari. Dygdirnar hjá honum eru fyrst og fremst skjótleikin og kropsliga styrkin. Meinhard spældi við U-15 landsliðnum í 2010 og 2011. Hann var somuleiðis við U-17 landsliðnum í EM kappingini í 2011 bert 14 ára gamal og í fjør var Meinhard eisini á U-17 landsliðnum. Av teimum úttiknu leikarunum á U-17 landsliðnum í ár er Meinhard tann sum hevur leikt flestar landsdystir.

Meinhard venur eisini fast við okkara Effohópi og tað kann væntast at hann fer at debutera á besta liðnum, tá hann hevur aldur til tað.

Petur Knudsen er bert 14 ára gamal. Hann er ein framúrgóður leikari sum kann spæla á nógvum plássum á vøllinum. Petur er ógvuliga væl fyri tekniskt og samstundis ein sera skilagóður leikari. Petur spælir bæði við dreingjum U-16 og U-18. Petur var við á føroyska U-15 landsliðnum í fjør.

Dystir:
11.04.2013 kl 11.00 Ísland-Føroyar Old Road, Briton Ferry FC
12.04.2013 kl 17.00 Wales-Føroyar Old Road, Briton Ferry FC
14.04.2013 kl 11.00 Norður Ìrland-Føroyar Stebonheath, Lianelli FC

Heimasíðan ynskir okkara evnaríku leikarum hjartaliga tillukku við úttøkuni og landsliðnum góða eydnu í kappingini í Wales.

Líknandi tíðindi