B36 FM vinnari 2011 í tøttum dysti: NSÌ-B36 1-2

Fitt av fólki var møtt upp til dyst, tá ið NSÍ skuldi taka ímóti B36. B36 høvdu møguleika at tryggja sær FM og tí var nógv fólk komi úr Havn. Líkindini at spæla fótbólt vóru góð, men tó var nakað av vindi.

Fyri NSÍ byrjaði Gango í málinum. Jens, Fritleif, Jonhard og Einar mannaðu verjuna. Jústinus, Jann Martin, Heðin og Árni mannaðu miðjuna, meðan Chr. Høgni og Klæmint mannaðu álopið.

Teir sum mannaðu B36 liðið vóru hesir: Meinhard var í málinum. Verjuna mannaðu Símun, Oddmar, Jonas og Atli. Miðuna mannaðu Súni, Klæmint M., Heini í Skorini og Róaldur. Álopið mannaðu Lukasz og Jákup á Borg.

Tað sást á dystinum, at nógv stóð uppá spæl. Fyrstu 20 min hendi ikki tað heilt stóra, hóast bæði liðini royndu at skapa kjansir. Í 28 minutti føldu NSÍ seg snýttar fyri eitt brotsspark. Christian Høgni Jacobsen fekk bóltin frammi í høgru síðu, rekur og trekkir inn í banan og smekkar til, har bólturin so rakar ein B36’ara í hondina. Floytan var tó kvirr hjá dómaranum.

Tá ið 32 minuttir eru leiktir, leggur B36 seg á odda. Teir vinna eitt fríspark á miðuni, og tekur Súni Olsen sær av hesum. Hann sendir eina langa avlevering inn í brotsteigin hjá NSÍ og hægstur er Símun Joensen og skallar hann í málið. 0-1 til B36.

Málið førdi við sær at enn meira lív kom í dystin, og vóru NSÍ ikki langt burturfrá at javna beinanvegin. Í 35 minutti fær Chr. Høgni bóltin nakað frammanfyri miðuna, sneiðir ein leikara av og smekkar til. Meinhard Joensen hálvbjargar og Heðin á
Lakjuni fylgir upp á returin og smekkar til, men aftur bjargar Meinhard Joensen væl. Eftir hetta komu ikki so nógvir málmøguleikar, og tí var hálvleiksstøðan 0-1.

Í hálvleikinum fremur NSÍ sína fyrstu útskifting, har Heðin á Lakjuni fer út fyri Ari Ellingsgaard.

Har tað í fyrra hálvleiki ikki høvdu verið so nógvir málmøguleikar, so vóru teir tó fleiri í seinna hálvleiki. Í 50. minutti gerst Klæmint Matrass púra fríur ímóti Gango, men skýtir hann mitt á málmannin. Tá ið 58 min vóru farnir fremur NSÍ sína aðru
útskifting, Árni fór út fyri Mamuka.

Tá ið 62. min vóru leiktir skoraðu NSÍ. NSÍ fáa hornað í vinstru síðu, og Jann Martin fer út at taka. Bólturin verður skotin innfyri, men skallaður útaftur. Jann Martin leggur so bóltin innfyri aftur og har er Klæmint fyrstur á bóltinum og skýtir hann í netið. 1-1 við Løkin.

Leikliga vóru liðini sera jøvn, og kanska hevði NSÍ eitt sindur meira leikliga yvirvág eftir málið. Men eftir hetta royndu B36 at trýsta fyri at fáa tað vinnandi málið. Tá ið 68 min. eru leiktir sleppir Jákup á Borg fríur men júst í tí løtu tá hann skal skjóta, fær Fritleif í Lambanum komi aftur og blokera, so B36 fær hornað.

Eftir 76 min verður Chr. Høgni Jacobsen útskiftur fyri Petur Paula Mikkelsen.

Tá ið 83 min. eru leiktir bragdaði hjá B36. Heini í Skorini fær bóltin nakað uttanfyri brotsteigin hjá NSÍ, spælir hann víðari út í høgru síðu til Lukasz, sum einsamallur rekur inn í brotsteigin hjá NSÍ. Hann sleppur framvið Jens og úr stuttari frástøðus smekkar hann til og skorar til 1-2.

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og hóast NSÍ seinastu løtuna royndu at trýsta, komu teir ikki fram til nakað vandamikið.

Heimasíðan ynskir B36 hjartaliga tillukku við FM heitinum 2011. Lítil ivi man vera um at hetta meistaraheitið er fult uppiborið og eitt stigatil uppá 64 stig áðrenn seinasta leikumfar sigur væl alt.

Sjálvt um vit tapti í dag, so er nú endaliga staðfest at aftur komandi ár, sleppur NSÌ útí Evropa at leika. Hetta er áttandi ferð á rað at NSÌ kemur út í Evropa at spæla og tað er eitt greitt tekin um at NSÌ er partur av toppinum í føroysku fótbólti.

Tillukku og takk fyri í ár.

Hagtøl:

NSÌ-B36 1-2 (0-1)

0-1  Símun
Joensen B36 – 32 min

1-1  Klæmint
Olsen NSÌ – 62 min

1-2  Lukasz
Cislewich B36 – 83 min

 

Liðið: Gango, Fritleif, Jens, Einar,Jonhard, Jústines, Jann Martin, Àrni (Mamuka 58 min), Heðin (Ari 46 min), Christian Høgni (Petur Pauli 76 min)  og Klæmint.

Líknandi tíðindi