Av Skipanesi til Æðuvíkar aftur 12. apríl

Eftir væleydnaðu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í fjør, hava fyriskipararnir mót til eina kapping aftur í ár. Leisturin verður nakað tann sami, tó at okkurt nýtt verður á skránni.

Endamálið við tiltakinum er tað sama. At samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til komandi kappingarárið í fótbólti, og at vísa, hvussu nógvar og góðar møguleikar eru við Løkshøll. Og so vóna fyriskipararnir, at tiltakið fer at kasta nakrar krónur av sær til virksemið hjá NSÍ.

Tær 8 bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar hava hvør sítt lið, mannað við 2 undirhaldandi og vitandi persónum. Liðini skulu kappast í 2 innleiðandi umførum, áðrenn stóru finaluna, sum í ár verður 26. apríl.

Millum minnuligu løturnar í fjør var sangurin hjá Edmund Joensen úr Lamba, “Mær í hjarta NSÍ”.

Liðskipararnir frá í fjør vera við aftur í ár, men onkur teirra hevur fingið nýggjan liðfelaga.

Spurningarnir snúgva seg um ymiskt í nærumhvørvinum, skip, staðarnøvn, hendingar, NSÍ og árstøl. Kryddið, tann alternativi spurningurin, eydnaðist sera væl seinast, og fleiri sangir vórðu yrktir til høvi.

Alternativi spurningurin í ár leggur upp til, at luttakararnir syngja ein sang, halda eina røðu ella spæla eina sketch. Hesin spurningur kann geva heilt upp til 5 stig.

Í hálvleikunum verður sangur og undirhald.

Ein annar partur av tiltakinum er ein listaframsýning, har nýggir spírar vísa sína list fram. Tað eru tey trý Harry Knudsen, Jørgen Olsen og Anja Hentze, sum sýna fram. Framsýningin verður á gongini rundan um Løkshøll.

Vertirnir til tiltakið eru eftir hondini víðagitnir. Teir báðir Jonhard Hansen og John Andersen eru aftur klárir at tørna út fyri felagið. Teir fáa gestir á gátt, sum fara at siga sína hugsan um komandi fótbóltsárið, um sosialu viðurskiftini í økinum og onnur evnir, sum eru uppi í tíðini. Og so verður helst onkur spurningur, sum ongin hevði væntað.

Dómararnir eru heldur ikki hvørjir sum helst. Feðgarnir báðir Jákup (eldri) og Trygvi Mortensen hava spískað blýantin og eru spentir til uppgávuna.

Fyriskipararnir vóna, at undirtøkna verður góð. Við slagorðunum: ”Tað snýr seg ikki um at vera stuttligur, tað snýr seg um at hava tað stuttligt”, verður lagt til brots 12. apríl kl. 20 í Løkshøll.

Líknandi tíðindi