Av Skipanesi til Æðuvíkar fyri triðju ferð
|

Av Skipanesi til Æðuvíkar fyri triðju ferð

Fyri triðju ferð skipar NSÍ fyri sera vælumtóktu spurnakappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. 8 lið, sum umboða tær 8 bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar, kappast um at hava bestu heilarnar í økinum. Endamálið við tiltakinum er eisini at samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til kappingarárið í fótbólti, og at vísa, hvussu nógvir og…

Úr skotgrøvini: Kaj Leo Holm Johannesen, HB
|

Úr skotgrøvini: Kaj Leo Holm Johannesen, HB

Í skotgrøvini hesa ferð hava vit eina HB-legendu, sum leikti 300 dystir við besta liðinum og vann 3 meistaraheiti og 7 steypafinalur. Í hesum døgum súkklar hann nógv aftrat dagliga starvinum sum Føroya Løgmaður. -Navn og aldur? Kaj Leo Holm Johannesen, 49 ár. -Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum? Málmaður – 300 dystir í…

Úr skotgrøvini: Hergeir Eldevig, ÍF
|

Úr skotgrøvini: Hergeir Eldevig, ÍF

Í skotgrøvini hava vit fjølbroytta mentamannin, fuglfirðingin við hugskotsríka yvirskotinum – Hergeir Eldevig. -Navn og aldur? Hergeir Eldevig, 35 ár -Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum? Ja, byrjaði sum ungur afturi í verjuni, men kom so longur fram á vøllin. Fyrst sum áleypari, men fann síðan mítt rætta pláss í høgra borði. -Tín yndisleikari…

Av Skipanesi til Æðuvíkar
|

Av Skipanesi til Æðuvíkar

Hóskvøldið 10. apríl verður fyrsta umfar av hugnaligu og fólksligu spurnakappingini Av Skipanesi til Æðuvíkar aftur á skránni. Endamálið við tiltakinum er tað sama. At samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til kappingarárið í fótbólti, og at vísa, hvussu nógvir og góðir møguleikar eru við Løkshøll. Og so vóna fyriskipararnir, at tiltakið fer at…

Vit møta EB/Streymi í fjórðingsfinaluni

Vit møta EB/Streymi í fjórðingsfinaluni

Eftir sannførandi 0-4 sigurin á FC Suðuroy í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið leygardagin, har Jens (2), Árni og Jákup Andrias skoraðu málini, var stórur spenningur um lutakastið um fjórðingsfinalurnar í 3-2 sendingini í kvøld. Lutakastið hevði við sær, at vit skulu leika dyst á útivølli móti EB/Streymi sunnudagin 27. apríl. 6 dagar áðrenn,…

Paulina Steinolvsdóttir á U-17 landsliðið

Paulina Steinolvsdóttir á U-17 landsliðið

Paulina Steinolvsdóttir av felagsliðnum NSÍ/B68 er úttikin til føroyska U-17 landsliðið við gentum. Tað er í døgunum 11. til 17. apríl, at føroyska U17-landsliðið við gentum skal luttaka í mini-kapping í Norðurírlandi, sum UEFA skipar fyri. Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Íslandi og Wales. Í hesum sambandi hava…

Petur Knudsen og Jannik Olsen úttiknir til U-17 landsliðið

Tveir av okkara ungu og sera evnaríku leikarum eru úttiknir til føroyska landsliðið. Talan er um 15 ára gomlu leikararnar Petur Knudsen og Jannik Olsen. Petur hevur spælt við U-15 landsliðnum umframt at hann í fjør eisini umboðaði Føroyar á U-17 landsliðnum. Petur er eitt sera lovandi talent og tað verður ikki leingi til hann…