Helgi, Sonni og Gango hava fingið B-venjaraprógv

Helgi, Sonni og Gango hava fingið B-venjaraprógv

Í vikuni vórðu 12 luttakarar lidnir við B4-venjaraskeiðið hjá FSF. Skeiðið byrjaði í 14. mars og endaði 10. juni. Ì millum luttakarnar vóru 3 venjarar úr NSÌ, Helgi L. Petersen hjálparvenjari á Effo liðnum, Andras Gango málmansvenjari og Sonni L. Petersen ungdómsvenjari. B4-venjaraskeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya er 40 tímar og er seinasti partur av B-venjaraútbúgvingini,…

Aron og Sjúrður Pauli úttiknir til U-15 landsliðið

Aron og Sjúrður Pauli úttiknir til U-15 landsliðið

Fjórða árið á rað skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum taka luta í Brøndby Cup í Danmark. Í ár verður kappingini frá 25. til 30. juli. Í hesum sambandi hava venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen úttikið hesar 18 leikararnar: Asbjørn Heðinsson og Dann Fróðason, 07 Vestur Fróði Pætursson Rasmussen, B36 Andrias Edmundsson, B68 Fróði Kruse…

NSÍ gjørt sáttmála við Michal Przybylski

NSÍ gjørt sáttmála við Michal Przybylski

NSÍ hevur í kvøld skrivað sáttmála við unga póllendingin Michal Przybylski fyri kappingarárið 2014/2015. Michal ella Mihau, sum vit kalla hann, kom til Føroyar fyri 13 árum síðani. Fyrstu ungdómsárini var Mihau málverji í fótbólti, men fór síðan út at spæla. Mihau kom til NSÍ í 2012 og spældi við dreingjaliðnum hjá NSÍ. Skjótt sást…

Enn eitt “Vespureiður” á Rás2

Í samband við, at Eystanstevna verður í Runavík verður í komandi viku, eitt “Vespureiður” á skránni á Rás2, mánadagin 16. juni klokkan 16.10 til 17, har Jonhard Hansen og John Andersen fara at senda frá býráðssalinum í Runavík. Mark Joensen verður tøkningur. Sendingin verður endursend sama kvøld millum klokkan 19 og 20, og samrøðurnar, sum…

Fótbóltur fyri øll

Fótbóltur fyri øll

Fótbóltur fyri øll FSF og UEFA hava ásett viku 21 til at verða fótbóltsviku fyri øll. Tiltakið kallast “Grassrotts” ella “Fótbólt fyri øll”. NSÍ er eisini við í hesum tiltaki, men hjá okkum verður tiltakið gjøgnumført í viku 22 og 23. Tiltakið er ætlað øllum áhugaðum og ikki minst teimum, ið vanliga ikki eru partur…

Frá foreldrafundinum 12.mai

Frá ungdómsnevndini Ungdómsnevndin hjá NSÍ hevði mánakvøldið 12. mai foreldrafund í kantinuni í skúlanum Við Løkin. Tað vóru nøkur foreldur, men ynskiligt hevdi verid at fleiri komu. Ungdómsnevndin ætlar at hava fleiri kunnandi fundir av hesum slag, so vónandi koma fleiri tá. Á skránni hesaferd var: Luttøkugjald/limagjald fyri ungdómslidini, har Jón Hansen starvsnevndarlimur kunnaði foreldrini…

Víkingur-NSÍ 3-0

Víkingur-NSÍ 3-0

NSÍ tapti 3-0 á Víkingi í Gøtu í kvøld. Finnur Justinussen skoraði øll málini. Hóast endastøðan ljóðar greið, var dysturin tættari enn so. Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: Andras, Jónhard, Jens, Einar, Monrad, Andy, Haraldur, Magnus, Árni, Jann Martin og Klæmint. Líkindini vóru góð í Gøtu. Tó skuldu leikararnir venja seg við, at bólturin ferðaist…

Finalubrak í Løkshøll
|

Finalubrak í Løkshøll

Hóskvøldið 1. mai kl. 19.00 er Løkshøll skrýdd til finalubrak. Vælumtókta spurnakappingin, ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” hevur aftur í ár megnað at samansjóva fólkið, og nú stendur finalubrakið á skránni. Sangir eru yrktir, kvæði eru kvøðin, leikir eru framførdir, jú, áskoðararnir hava fingið valuta fyri peningin. Fantastisku luttakararnir hava fyrireikað seg og standa og trippa…