Ársins áleypari og toppskjútti

Man kann næstan tosa um same procedure as every year, tá talan er um sterkasta leikara í føroyskum kvinnufótbólti. Enn einaferð gjørdist okkara Heidi greiður toppskjútti við 25 málum, harav bert tað eina er skorað uppá brotsspark. Í samrøðu við FM1 metti Heidi, at einki serligt var við hesum kappingarárinum:

Nú er hetta triðja árið í trekk at vit enda nummar tvey, akkurát ov stuttar og ringa byrjan, so nei, ikki nakað serligt við hesum árinum.

Heidi Sevdal við FM1

Heidi heldur tað er keðiligt, tá man hevur fyrireika seg væl uppá árið, og at tað sama so hendir. Hon hevur tó góðar vónir fyri komandi kappingarár:

Næsta ár skal tað so ikki henda. Vit skulu klára betur at levera í dystum, serliga fyrst uppá árið.

Heidi Sevdal við FM1

Umframt toppskjútti, so er Heidi eisini ársins áleypari. Hon metir, at støðið hækkar í kvinnufótbóltinum, fleiri dystir verða spældir á landsliðnum og í hesum høpi fegnast hon um Nations League kappingina fyri kvinnur.

Stuðlarnir til hesar báðar heiðurslønirnar eru eisini lokalir, har Runavíkar kommuna lat Gullskógvin til toppskjúttan, meðan Shop In á Glyvrum lat steypið til ársins áleypara. Heidi avdúkaði, at sjálvi steypini fylla mest heima hjá Ásu, men heitini tekur hon við sær, og ber eina heilsan víðari til liðfelagarnar:

Heiti taki eg sum ein heiður, og tað er eisini ein heiður til liðið

Heidi Sevdal við FM1

Vit ynskja Heidi hjartaliga til lukku við at verða ársins áleypari og toppskjútti.

Líknandi tíðindi