Árni dagsins maður móti FC Suðuroy

Síðani 2-0 sigurin á FC Suðuroy í Vági Annan Hvítusunnudag hava tit atkvøtt um dagsins mann í dystinum.

Árni var sera sjónligur á vinstra kanti í hesum dystinum, eins og hann hevur verið alt ár. Hann fekk flestar atkvøður við 20 % av teimum 186 givnu atkvøðunum.

Málskjúttarnir báðir Klæmint og Jann Martin gjørdust nummar tvey og trý við ávikavist 17 % og 11 %.

Um eina løtu verður Eystanstevnu- og Effo-deildar dystur við Løkin, tá NSÍ tekur móti KÍ. Dysturin byrjar kl. 18.30.

Møtið fjølment!
[poll id=”37″]

Líknandi tíðindi