Andy Olsen aftur til NSÍ

Eftir at hava verið í útlegd í hálvtfjórða ár í Fuglafirði og eitt ár í Klaksvík, verður 27 ára gamli søldfirðingurin, Andy Olsen, aftur komandi kappingarár at síggja í barndómsfelagnum, NSÍ.

Andy Olsen hevur í kvøld skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ, sum sostatt fær gleði av kvika vinstravonginum til og við kappingarárið 2014. At ein so royndur spælari kemur aftur, er óivað styrkur fyri unga NSÍ-liðið.

– Tað hevur verið stuttligt og læruríkt at verið í bæði ÍF og KÍ, men nú longdist mær aftur til NSÍ. Tá eg fór, var eg millum teir ungu, men nú teljist eg helst millum teir meira royndu, sigur Andy Olsen, sum á myndini sæst saman við NSÍ-forkvinnuni, Kinnu Fritsdóttir Olsen.

Sjúrður heldur fram
Aðrir við royndum eru tó eisini at síggja í hópinum hjá NSÍ næsta ár, tí felagið hevur eisini skrivað undir eitt ára sáttmála við veteranin, 36 ára gamla Sjúrð Jacobsen.

Hann hevur ongantíð umboðað annað felag enn NSÍ, har hann síðani 1994 hevur spælt 409 dystir og skotið 54 mál, umframt at hann 2002 fekk ein landsdyst, tá Føroyar á Tórsvølli vunnu 3-1 á Liechtenstein.

Undan hesum hevur NSÍ eisini gjørt sáttmála við átta av spælarunum, sum hava verið á liðnum í ár, harav fleiri tvey ára sáttmálar, so felagið er longu komið væl áleiðis við fyrireikingunum til komandi kappingarár.

Mynd og tekstur: sportal.fo/Hilmar Jan Hansen

Líknandi tíðindi