Betri-liðini

András er ársins málmaður


Í sendingini Hvonn Live seinasta leygarkvøld varð András heiðraður sum ársins málmaður í føroyskum fótbólti 2010.

Vit í NSÍ ynskja Andrási hjartaliga tillukku og fegnast um, at onnur eisini hava lagt til merkis, hvussu frábera væl hann hevur staðið seg í ár.

Hann hevur av sonnum vunnið okkum dystir við avgerandi bjargingum, harav fleiri uppá brotsspark. Samstundis hevur hann við sínum jaliga lyndi havt stóran týdning fyri okkara unga hóp.

Vit síggja fram til góðar og spennandi løtur komandi kappingarár.

Líknandi tíðindi