Betri-liðini

András – dagsins maður móti B36


Síðani dystin móti B36 seinasta vikuskifti hava tit havt møguleikan at velja dagsins mann í dystinum.

Dagsins maður bleiv András, ið fekk 24% (38 atkv.) av teimum 159 givnu atkvøðunum. Nummar tvey gjørdist Klæmint við 14% (23 atkv.). Á triðja plássi komu Jann Ingi og Jónhard, ið báðir fingu 8% (13 atkv.).

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í ársins seinasta dysti – móti B71 við Løkin í dag kl. 15.00.

Eftir dystin verður opnað fyri seinastu atkvøðugreiðsluni á hesum sinni.
[poll id=”28″]

Líknandi tíðindi