Betri-liðini

András – dagsins maður móti AB


Í øllum rokinum undan Europa League dystinum hóskvøldið, varð eingin grein skrivað um dagsins mann móti AB.

Tit valdu okkara sera góða og raska málmann, András Gango, til dagsins mann móti AB.

András fekk heili 42 % (79 atkv.) av teimum íalt 186 givnu atkvøðunum. Nummar tvey og trý vóru Heðin við 9 % (16 atkv.) og Jann Ingi við 8 % (15 atkv.)

At András fekk so nógvar atkvøður í einum dysti, har hann nærum ikki var at síggja fyri mjørka, má vera tekin um, at hann stóð framúr væl hendan dagin.

Vit ynskja András tillukku við heiðrinum og honum og øllum hinum góða eydnu við dystinum móti Gefle IF á Råsunda í morgin kl. 18.00 føroyska tíð.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[poll id=”13″]

Líknandi tíðindi