Betri-liðini

András – dagsins maður móti B68


Síðani 3-2 tapið móti B68 28. august hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Fyri triðju ferð á rað hava tit valt András til dagsins mann. András fekk 16% (48 atkb.) av teimum 300 givnu atkvøðunum. Tað er eingin ivi um, at András hevur verið gull verdur fyri okkum í ár. Og týdningurin av at hava ein so góðan málmann bara økist, so hvørt sum kappingin nærkast endanum.

Atkvøðugreiðslan var annars sera tøtt hesa ferð. Nummar tvey og trý gjørdust Jónhard og Jústinus við ávikavist 15% (44 atkv.) og 13& (40 atkv.).

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í seinasta dystinum móti ÍF í ár – við Løkin í kvøld kl. 18.00.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[poll id=”21″]

Líknandi tíðindi