Àminning: Luttøkugjald fyri 2012

Framvegis eru tað fleiri sum enn ikki hava goldið luttøkugjald. Vit fara í at heita á tey sum enn ikki hava goldið um at fáa hetta í rættlag beinanvegin.

Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at venja og leika við ungdómsliðunum hjá NSÌ.

Luttøkugjaldið í ár verður tað sama fyri tær ymisku aldursbólkarnar sum í fjør:

  • Dreingir (U16), smádreingir (U14), piltar (U12), gentur 12-14 ár, gentur 10-12 ár – 700 kr
  • Smápiltar (U10), pinkulingar (U8) og pinkur – 500 kr
  • Undir skúlaaldur – 300 kr

Eru fleiri systkin sum leika við NSÍ, er avslátturin 100 kr. Tað merkir fult gjald fyri fyrsta barnið, síðan 100 kr minni fyri hvørt systkin.

Luttøkugjaldið kann gjaldast kontant ella sum flyting á konto 6460.175.448.5 í Bank Nordik. 

Tá goldið verður: vinarliga upplýs navn á leikara og í hvørjum aldursbólki leikarin venur í.

Táið luttøkugjaldið er goldið, fáa leikarnir hvør sín bólt ókeypis, sum teir so hava við til hvørja venjing. Tit fáa bóltarnir við at seta tykkum í samband við Jonhard Hansen á fartelefon 28 55 01 el. 23 50 14.

 

 

Líknandi tíðindi