Áheitan frá formanninum!

Nú stundar til ársins brak av einum fótbóltsdysti, nú finalan um Løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli leygardagin kl 16.00. NSÍ og B36 møtast til hesa finaluna, og er hettar ein dystur, sum hevur sera nógv at siga fyri bæði liðini, tí tað er ikki bara eitt steyp at spæla um, men eisini ein finala um tað seinasta plássi um at luttaka í Evropa kappingini komandi ár.

Tí er hettar finalan sum hevur allar fortreytir fyri at verða ein sera spennandi finala. Tí tað stendur sera nógv uppá spæl.

Eg fari at heita á øll NSÍ viðhaldsfólk um at møta mannsterk upp at stuðlað NSÍ, tí tað er júst nú at vit skulu standa saman, og vísa at vit ØLL ERU NSÍ. Vit skulu á Tórsvøll at vinna, bæði á vøllinum og uttanfyri.

Felagsupphiting verður við Løkin leygardagin kl 12.30 við hugna, andlitsmáling osv, so vit gera alt fyri at skapa karmarnar, soleiðis at vit fáa ein fantastiskan dag. Bussarnir koma so eftir viðhaldsfólkunum áleið kl 14.30, og so fara vit øll suður at stuðla liðnum.

Eg fari at heita á øll at møta upp, og verða í GULUM, soleiðis at vit vísa øllum at vit øll eru gul, og at vit stuðla liðnum til tað seinasta.

Vóni at vit fáa ein góðan dag saman, og at vit leygarkvøldið standa eftir sum vinnarar, og at samanhaldið í felagnum kemur veruliga at síggjast.

Koyr á NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK!

Vinarliga

Dánial Hansen, formaður.

Líknandi tíðindi