Gentur U-10 og gentur U-12 venja somu tíð
Frá komandi viku venja gentur U-10 og gentur U-12 somu tíð. Vant verður týsdag og hósdag kl 15.00. Venjari er Tummas Eivind Hansen fartelefon 27 02 07.
Ungdómsnevndin hjá NSÌ
BORG stuðlar NSÍ í kappingarárinum 2020. Vit eru fegin um stuðulin fra BORG.
Føroyska U-15 landsliðið luttekur í sterku fótbóltskappingi Brøndby Cup í hesum døgum. Føroyar luttaka í elitubólkinum U-15 og eru í innleiðandi umfarinum komnir í bólk saman við FC Nordsjælland, FC Midjylland og SønderjyskE. Í gjár leiktu U-15 dreingirnir sín fyrsta dyst móti Nordsjælland og endaði dysturin við javnleiki 1-1. Einsamalla føroyska málið gjørdi Jóhan Waag…
Betuel Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Betuel hevur í ár havt eitt sera gott kappingarár, og er ein av berandi kreftunum á NSÍ liðnum. Hóast unga aldurin, so hevur Betuel longu spælt 97 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, umframt steypakapping og Evropa dystir. Vit fegnast um at Betuel Hansen hevur longt sáttmálan, so…
Rógvi Egilstoft Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Rógvi hevur spælt 179 dystir í Betri deildini og hevur skorað 12 mál. Rógvi hevur eisini spælt 23 dystir í steypakappingini. Hann hevur umboða 07 Vestur frá 2009-2012, og síðani Eb-Streymur frá 2013-2019 (var tó utleigaður til Skála seinnu hálvu í 2016). Nú er so greitt…
NSÍ vil hervið takka Eliesar Olsen fyri tíðina í NSÍ. Eliesar hevur sum øllum kunnugt verið hjálparvenjari hjá NSÍ, og greitt er at hettar samstarvið er liðugt. Eliesar hevur verið við til at stuðla og hjálpt liðnum, og eru vit í NSÍ takksom fyri arbeiði, sum Eliesar hevur gjørt. Vit vilja takka Eliesar fyri tíðina…
Gentur undir skúlaaldur venja mikudagin 16 mai kl 16.45 við vøllin omanfyri Glyvra Skúla. Vant verður hvønn mikudag framyvir kl 16.45.