Leikarafundur hóskvøldið
Leikarafundur fyri unglingar og eldru deildirnar, Vodafone undantikið, verður í NSÍ-hølinum í kvøld, hóskvøldið 20. januar, kl. 20.00. Heitt verður á teir, ið ætla sær at spæla í ár, at møta.
1 deild hjá NSÍ hevur í kvøld spælt ímóti Víkingi. Úrslitið talar fyri seg, NSÍ vann dystin 8-0. Hesir skoraðu málini: 1-0 Steffan 2-0 Steffan 3-0 Jann 4-0 Steffan 5-0 Steffan 6-0 Andri 7-0 Pætur 8-0 Dávid Flott kempa dreingir, og koyr á víðari!!!
Leygardagin vóru aftur nógvir dystir á skránni. Adrian Dalsá tók hesar myndirnar av dystum hjá smápiltum, piltum og gentur 14-17. Smápiltar [nggallery id=157] Piltar [nggallery id=158] Gentur 14-17 [nggallery id=159]
Hóskvøldið hevði NSÍ regluliga aðalfundin í hølum felagsins. Áleið 40 limir høvdu leita sær á fundin, sum eftir vanligu formalitetirnar byrjaði við formansfrágreiðingini. Karstin staðfesti, at hóast útlitini vóru døpur og kreppukend, tá verandi nevnd tók við í oktober, eru tingini nú stabiliserað, og so smátt ber til at byggja upp av nýggjum. Lekin er nú…
NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin. Nú kappingin nærkast verður síðsta hond løgd á hópin hjá NSÍ. Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at hópurin er ein góð blanding av royndum og ungum leikarum. Hetta hevur…
Set kross í kalendaran! Av tí nógvur aktivitetur verður á vøllinum við Løkin 16. septembur, hevur verið arbeitt við at skapt karmar runt um hendan leygardagin, men NSÍ-vikuskiftið verður byrjað fríggjakvøldið 15. septembur. Nærri lýsingar um aktivitetirnar og skrá kemur út í vikuni, so fylgi við á sosialu miðlunum hjá NSÍ teir komandi dagarnar (heimasíðuna,…
NSÍ hevur gjørt sáttmála við Kristian Andersen úr Danmark. Kristan hevur leikt síni ungdómsár í Brøndby, har hann fekk sínar fystu á besta liðnum hjá Brøndby. Síðani hevur hann spælt við HB Køge í Danmark, Brage í Svørríki, Kolding IF í Danmark og seinast í Finlandi við Kokkolan PV. Kristian er 27 ára gamal, og…