9. umfar: NSÍ 2-1 AB (1-0)

Eftir trý soltin umfør, komu aftur 3 kærkomin stig á kontuna. Soleiðis sum úrslitini hava háttað seg, eru tað fleiri lið enn tey flestu mundu vænta, ið fylgjast í ovaru helvtini av stigatalvuni.

Liðið sá í dag soleiðis út frá byrjan:

Fyrri hálvleikur byrjaði væl, og vit skaptu fleiri álop. Í 22. min bragdaði, tá Magnus legði NSÍ á odda. Beint fyri hálvleik fáa vit fríspark í góðari støðu. Klokkan vísti 45 minuttir, vindurin var undan, og tí kundi ein vænta eitt beinleiðis skot við góðu skjúttunum, ið vit hava á liðnum. Frísparkið varð tó tikið skjótt, í einari roynd at stinga bóltin inn um verjuna hjá AB. Bólturin endaði tó í fótunum á einum verjuleikara, ið smekkaði bóltin fram, og AB kontraði. Í einari rennikapping millum AB áleypara og Monrad, sá síðstnevndi ongan annan møguleika enn nýta neyðbremsuna, og so var reytt kort.

10 minuttir inn í seinna hálvleik leypa vit á í høgru. Árni trekkir inn í banan, og smekkar bóltin á tvørtræðið. Í eftirfylgjandi nærdysti verður dømt brotsspark til NSÍ. Klæmint er tryggur, og sendir AB-málverjan skeivan veg. 2-0 til NSÍ við 10 monnum. ABarnir blivu nú meira ágrýtnir, og komu til nakrar góðar støður. í 64. min fekk AB hornaspark í vinstru. Símun Samuelsen leggur hart innfyri, har Rasmus Dan Sørensen er hægstur og stútar bóltin í mál. Nú kom veruligur spenningur í, og AB við vindinum undan royndi at leggja trýst á. Seinni hálvleikur gjørdist alt meira spennandi, so hvørt sum tíðin leið. Bæði liðini høvdu góðar møguleikar, men tað komu ikki fleiri mál.

Sí hæddarpunktini, ið Jóhan Thomsen hevur tikið upp og sett saman:

Líknandi tíðindi