Betri-liðini | Felagið | Tíðindi

Kappingin um Løgmanssteypið: Skála – NSÍ 5. Mai

Kappingin um Løgmanssteypið: Skála – NSÍ 5. mai

 

Effo liðið greiddi setningin, tá teir á Skála vunnu ein tryggan 3 – 0 sigur á skálamonnum í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Okkara settu seg á dystin beinanvegin og tað bleiv eisini til eina røð av vandamiklum álopum – harímillum eitt, har Jann Martin bleiv spældur leysur og umvegis hálvbjarging frá skálamálverjanum rakti stongina.

 

Fyrsta málið fingu vit í 25. minutti og tað var Andras, sum fylgdi upp aftaná hornaspark frá Árna í høgru og heilt í tráð við leikgongdina bleiv støðan 1 – 0.

Í 43. min. løgdu okkara menn seg á odda 2 – 0. Tað var aftur eftir hornaspark frá Árna í høgru, har hann legði neyvt út til Magnus, sum fluktaði ímóti vinstru síðu í málteiginum – har Klæmint takkaði fyri og skeyt flatt í málið til 2 – 0.

 

Spælbýtið í seinna hálvleiki líktist tí í fyrra, við greiðari NSÍ yvirvág. Magnus hevði ein skallara á tvørtræið eftir innlegg úr høgru, og Árni hevði næska roynd, sum málverjin bjargaði.

 

Í 73. min. dregur Jann Martin ígjøgnum – leggur tvørturum til Andy, sum langar til og málverjin fær vart fyri – verjan fær ikki ruddað burtur og ístaðin endar bólturin hjá Árna, sum smekkar hann flatt í netið til endaliga úrslitið.

 

Sigurin gevur atgongd til hálvfinaluna, har vit møta Víkingi.

 

Aftur í dag kundu vit gleðast um, at ein ungur evnaríkur NSÍ-ari á fyrsta sinni slapp at royna seg á okkara besta liðið – og hesaferð var tað Meinhard Olsen – til lukku við tí. Hugaligt og tekin um góða tilgongd, at 4 debutantar eru slopnir at royna seg á Effo liðnum higartil í ár.

 

Næsti dystur í Effodeildini er nú sunnudagin ímóti ÍF á útivølli.

 

Saman standa vit sterk !

 

Skála – NSÍ 0 – 3 (0 – 2)

0 – 1 Andras Frederiksberg 25

0 – 2 Klæmint A. Olsen 45

0 – 3 Árni Frederiksberg 73

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Jonnhard, Pól Johannus, Jens, Einar, Karl, Magnus (Betuel 66), Jann Martin (Meinhard 71), Árni, Andy og Klæmint (Debes75)

 

Myndin er tikin av Hjalmar Juul

Líknandi tíðindi