5. umfar: NSÍ-HB kl. 15.00 við Løkin!

Besta liðið hjá NSÍ tekur ímóti HB í dag kl. 15.00 við Løkin.

NSÍ hevur 3 stig færri enn HB, og kunnu sostatt við einum sigri koma ájavnt við mótstøðuliðið á tabellini. HB kann hinvegin við einum sigri leggja sjógv ímillum seg og NSÍ.

5. umfar varð skotið í gongd í gjár, tá Skála og ÍF spældu ein málleysan javnleik, og annars eru hinir fýra dystirnir í dag.

Hóast kuldan er fjálgt at standa í skýlinum og rópa á teir gulu, og vit vóna at síggja nógvar gular fjepparar við Løkin í dag. Eisini vilja vit ynskja HB-fjepparunum vælkomnum til dyst í Runavík í dag.

Líknandi tíðindi