Betri-liðini

5 NSÍ-arar á landsliðinum


Brian Kerr hevur úttikið landsliðið til útidystin móti Slovenia 8. oktober og heimadystin móti Norður Írlandi 12. oktober.

Fyri NSÍ er tað gleðiligt at síggja, at heili fimm NSÍ’arar eru á landsliðinum. Okkara menn á landsliðinum hesaferð eru: Bogi, Jóhan, Jann Ingi, Jústinus og Jónhard. Vit fegnast eisini um at síggja okkara raska Jónhard fáa landsliðboð í sínum leikluti sum verjuspælara.

Teir, ið annars manna landsliðið eru:

HB: Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Hendrik Rubeksen og Tórður Thomsen.

B36: Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen.

EB/Streymi: Daniel Udsen, Egil á Bø, Pauli G. Hansen, Arnbjørn Hansen

ÍF: Jákup Mikkelsen

Víkingur: Erling Jacobsen

Newcastle United: Jóan Símun Edmundsson

Tranmere Rovers: Gunnar Nielsen

Ross County: Atli Gregersen

Silkeborg: Christian L. Holst

Vit ynskja landsliðinum góða eydnu í sínum dystum.

Líknandi tíðindi