Tað er longu yvir ein mánaður síðani, at vit seinast savnaðust her við Løkin. Tá nevndi eg, at hóast talan mangan verður um 2. lið hjá mótstøðuni, so verður ongantíð talan um nakran lættan dyst. Vit hava síðani vunnið í Klaksvík, og hava nú 4 stig fyri 2 dystir, og enn eru vit ósigrað.
Handan leiktjøldini verður framvegis arbeitt við at skapa eitt grundarlag fyri verandi, men eisini framtíðar ætlanum hjá felagnum. Nakað er komið, men framvegis liggur væl av arbeiði fyri framman, og tørvur er á øllum góðum kreftum.
Dagsins mótstøða er niðurflytingar- og kommunufelagið okkara handan fjør. Kring felagið er røringur í, og nýggj nevnd er júst komin til. Eg vil sum formaður í NSÍ farna hálva árið fegin takka fráfarnu nevndini í Skála ítróttarfelag fyri góða samstarvið, ið vit høvdu, og samstundis ynskja nýggju nevndini blíðan byr við arbeiðinum.
Sum kommunufelagar hava vit nógv ting tilfelags, eins og rivaliseringin eigur at verða har. Lat okkum tó halda stríðsandanum á vøllinum, ímeðan vit uttanfyri vøllin sparra og samstarva um at fáa alt at virka betur, øllum at frama.
Skála er eisini ein annar felagi hjá okkum. Málsetningurin hjá báðum er uttan iva at liggja í toppinum, tá árið er av. Sostatt er dysturin í dag fyrst og fremst um stigini, men eisini um kommunala stoltleikan og rættin til at purra mótstøðuna til vit hittast aftur. Ítøkiliggeringin av hesum sæst í kommunusteypinum, sum vit í løtuni hava um hendi. Einans ein sigur gevur rættin til at taka steypið frá mótstøðuni, meðan ein javnleikur varveitir status quo.
Góðan dyst øll somul!