|

16-03-13 NSÍ- KÍ 2-3

Stutt og seinkað dystarfrásøgn – NSÍ ímóti KÍ við Løkin 16. mars.

 

Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur – tó hevði KÍ størri bit í álopspartinum. Okkara menn høvdu bóltin nógv, men kortini bleiv ikki spælt upp til teir stóru málmøguleikarnar og álopsparturin var, fyri tað mesta, ov lættur at lesa av. Okkara besta møguleika fekk Klæmint, tá hann úr stuttari fjarstøðu smekkaði ímóti nærmaru stong, men Meinhard vardi væl fyri. KÍ kom á odda í 41. minutti, tá Páll Klettskarð við fiksari detalju spældi bóltin til Atla Danielsen, sum dróg undan takling og við vinstra sendi hart og flatt í netið til 1 – 0.

 

Spælið hjá NSÍ-liðnum hekk munandi betur saman í seinna hálvleiki og tá 58. minuttir vóru farnir eydnaðist at javna. Tað var eftir sera væl gjøgnumspælt álop úr vinstru, frá Einar til Andy, víðari fram til Árna á vinstra kanti sum sendi innfyri. Klæmint fekk líka fótin á við fremru stong, bólturin streyk víðari til handaru, har Jann Martin fylgdi upp og setti trygt í netið. Armarnir vóru tíverri ikki niðurafturkomnir, tá KÍ í næsta minuttinum aftur legði seg á odda. Páll fangaði eina langa sending, sendi Hjalgrim avstað, hesin skeyt – Einar blokkeraði, men bólturin stakk yvir í hitt borðið, har Páll kundi seta hann inn. Okkara menn fullu tó ikki í fátt og trýstu væl næstu løtuna og tá 77. min vóru farnir, endar uppspæl ígjøgnum vinstru við eini sending innfyri og enn einaferð endar bólturin hjá Jann Martini við handaru stong, men hesaferð er eydnan ikki við honum og skotroyndin fór uppum. Okkara menn halda á at trýsta og í 80. min. gevur stríðið úrslit. Klæmint skallar høga sending til Pól Johannus stutt uttanfyri brotsteigin. Hesin temur væl, dregur til vinstru og leggur hegnisliga innum verjuna aftur til Klæmint, umvegis eitt KÍ høvd, og Klæmint fluktar við vinstra neyvt í handaru stong og inn. Eitt gott mál og dysturin var púra opin og kundi fara báðar vegir. Tá 3 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fær KÍ avgerandi málið. Hjalgrím fekk eina langa sending, bleiv við at draga ótarnaður frameftir og staddur um brotsteigarmarkið, skeyt hann við vinstra í netið og soleiðis endaði dysturin við einum keðiligum 2 – 3 tapi.

 

Næsti dystur verður 28. mars (Skírishósdag) í Trongisvági og har møta vit einum liði, sum eisini hevur síni fyrstu stig tilgóðar. Tað verður ein torførur dystur, men samstundis júst rætta høvið hjá okkara monnum at reisast aftur.

 

NSÍ-KÍ 2-3 (0-1)
0-1: Atli Danielsen 41.
1-1: Jann Martin Mortensen 58.
1-2: Páll A. Klettskarð 59.
2-2: Klæmint A. Olsen 80.
2-3: Hjalgrím Elttør 87.

Liðið hesaferð:

Kristian Joensen – Magnus Olsen, Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen 78’), Andy Ó. Olsen – Klæmint A. Olsen

 

Dómari: Páll Augustinussen

 

Líknandi tíðindi