13. umfar: KÍ 4-0 NSÍ (1-0)

Annan dystin á rað ímóti KÍ í Djúpumýru varð einki betur enn tann fyrri, tá um úrslitið ræður. Vit virkaðu til at byrja betur enn seinast, og tá fyrri hálvleikur var liðugur, var støðan “bert” 1-0. Málið kom eftir brotsspark. Í seinna hálvleiki sóu vit aftur nógv av tí sama, ið vit sóu seinasta dyst. KÍ leikarnir pressaðu okkara nógv, vildu sigurin meira, og vunnu nógv fleiri nærdystir enn okkara. Sigast kann ikki annað enn at KÍ er flúgvandi í løtuni, og tað er fyri ein stóran part Jóannes Bjartalíð at takka. Vit fingu fyri tað nógva ikki fótin fyri okkum, og úrsliti gjørdist hareftir. Skrædl í seinna hálvleiki, og støðan endaði uppiborðið 4-0 til KÍ. Eftir dystin ímóti TB eiga vit enn einaferð KÍ – hesaferð við Løkin í 2. hálvfinaluni.

Líknandi tíðindi