|

1/2 finalan, fyrra umfar: KÍ 4-1 NSÍ (3-1)

Fyrra hálvfinalan varð leikt í Klaksvík hóskvøldið.

Vit fingu eina dreymabyrjan, tá Pól Jóhannus longu eftir 7 min kundi leggja NSÍ á odda. Nógv meira gott er ikki at rapportera frá dystinum fyri okkara viðkomandi.

KÍarnir vóru sera aggresivir, og vunnu nærdystir í luftini sum niðri á vøllinum, og virkaðu at verða sterkari á øllum parametrum. Uppleggið frá okkara síðu virkaði ikki, og vit høvdu trupult við at umstilla okkum til nakað alternativ. í 15. min javnaði KÍ, í 26. min bleiv tað 2-1 til heimaliðið, og í 35. min skoraði nokk heitasta navnið í føroyskum fótbólti í løtuni, Jóannes Bjartalíð uppá brotsspark til hálvleiksstøðuna 3-1.

Seinni hálvleikur var einki betur. Í 54. min skoraði KÍ til 4-1, og so var púra avgjørt. Lítið batti fyri okkum, at KÍ fekk eitt reytt kort, tí heimaliðið var sera væl skipað í verjupartinum, og var líka væl fyri 10 monnum.

Tað er heilt víst sera trupult at ímynda sær NSÍ í steypafinaluni 2016, men um vit ikki trúgva uppá liðið hjá okkum og møguleikan, hvør skal so? Vit koma sterkt aftur!!

Seinna hálvfinalan verður leikt við Løkin í Runavík 16. juni

Líknandi tíðindi