Betri-liðini | Felagið

12-05-13 ÍF-NSÍ 3-3

Okkara menn sóu út til at hava tamarhald á støðuni. Trygga leiðslu uppá 3 mál væl inn í seinna hálvleik, men so loyvdu teir fuglfirðingum inn í dystin.

 

Tá 6 min. vóru farnir var Árni ígjøgnum í vinstru. Jákup bjargaði út til horna. Í 16. min. vóru fuglfirðingar nær við, tá Kristian fór skeivur av einum innleggi, men tíbetur fór skallarin framvið. Í 20. min. endar gott NSÍ álop ígjøgnum  høgru hjá Jonhard, sum sendir flatt innfyri, men bólturin fer framvið, uttan at nakar fær síðsta fótin á. Løtuna aftaná er tað Øssur, sum skjýtur framvið NSÍ málinum.

 

Í 28. min. løgdu okkara menn seg á odda. Tað var innkast frammi í vinstra borði. Einar tók langt, Pól Johannes longdi framvið málinum og handaru megin var Andy, sum við fótinum setti hann trygt í netið. So var 1 – 0.

 

Í 32. min. er Øssur aftur vandamikil, men skotið fer framvið okkara málið. Í 43. min. er tað NSÍ sum brýtur ÍF álop og aftaná skjótt álop, er tað Árni sum kemur í góða støðu, men skjýtur væl omanfyri.

 

Sum heild, so hevði NSÍ lítla yvirvág í fyrra hálvleiki og tað var í tráð við møguleikarnar, at okkara menn vóru á odda.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki spældi Árni innum til Klæmint í vinstru, sum púra leysur dróg inn í brotsteigin og langaði til, men skotið fór langt uppum. Stutt aftaná hava fuglfirðingar vandamikið álop, har innlegg úr høgru endar við skallara beint framvið.

 

19. min. inn í seinna hálvleik økir Andy til 2 – 0. Tað var aftaná hornaspark í vinstru síðu, har Magnus fyrst legði innfyri og aftaná eitt sindur av aftur og framspælið, bleiv bólturin lagdur útaftur til Magnus, sum hesaferð legði væl innfyri og við handaru fylgdi Andy upp og skallaði bóltin í málið til 2 – 0.

 

Beint aftaná er aftur vandamikið álop, har Andy – sum var eyðsýndur í dag – sleppur igjøgnum í høgru og leggur stutt út til Klæmint í góðari støðu, men hann fær ikki skot á. Løtuna aftaná vinnur Klæmint bóltin frá ÍF verjuni og dregur innímóti brotsteiginum og blívur feldur og so er fríspark. Fleiri standa tilreiðar at taka og tá avtornar er tað Árni, sum smekkar bóltin í netið handaru megin. Eitt flott frísparksmál og støðan 3 – 0,  seinni hálvleikur hálvrunnin og allar fyritreytir fyri einum góðum úrsliti til staðar.

 

Tá 72. min vóru farnir endaði ÍF skot – sum bleiv rættað av á leiðini – í føvninginum á Kristiani. Í 74. min. minka fuglfirðingar um munin til 3- 1, aftaná at okkara mistu óneyðugt á miðjuni. Tað var Høgni Madsen, sum fyrst legði bóltin til áleypara og fekk hann aftur stutt uttanfyri brotsteigin og smekkaði í handara horn og fuglfirðingar høvdu aftur fatur í vónini.

 

Í 76. min. skorar ÍF aftur, aftaná frísparksinnlegg úr høgru síðu tvørturum og har er tað Bartal, sum flatt skjýtur bóltin diagonalt aftur í netið. So var støðan 3 – 2 og stóri spurningurin var nú, um okkara menn kláraðu at halda tørn.

 

Tað ið eftir var av dystinum, var eitt áhaldandi ÍF trýst, har okkara royndu at verja sum frægast. Ímóti endanum vóru eisini skjót NSÍ mótálop, sum saktans kundu givið meira, um hepni var við. Millum annað einu ferðina bleiv Klæmint leysur og dróg frameftir í vinstru og legði tvørturum, men sendingin var ov hørð og lá akkurát ov frammarlaga til ein annars púra blankan Jann Martin.

 

Ístaðin fyri at sigurin bleiv sligin fastur, so fingu fuglfirðingar síðsta orðið. Útjavnandi málið fekk Clayton. Aftaná langa sending fram í álopi, bleiv bólturin skallaður aftur til Clayton, sum fluktaði hart og vælplaserað í netið til endaliga úrslitið 3 – 3. Tá bólturin bleiv givin uppaftur á miðjuni, blásti dómarin av.

 

At missa á stokkinum, aftaná at hava ligið so trygt á odda er stravið, men síggja vit burturfrá teimum seinastu 15 – 20 minuttunum, sum kostaðu sigurin – so vóru positivar taktir at síggja, men niðurstøðan verður, at vit mistu 2 stig í dag, heldur enn at vit fingu tað eina.

 

Næsti dystur verður 2. hvítusunnudag ímóti Víkingi á heimavølli. Víkingar liggja eftir dagsins umfar á 3. plássi við 14 stigum, meðan okkara liggja á einum 5. plássi við 12 stigum, so eitt gott úrslit mánadagin hevur nógv at siga fyri plaseringina, so tað er at herja á.

 

Saman standa vit sterk !

 

0 – 1 Andy Ó. Olsen 28

0 – 2 Andy Ó. Olsen 64

0 – 3 Árni Frederiksberg 67

1 – 1 Høgni Madsen 74

2 – 3 Bartal Eliasen 76

3 – 3 Clayton Soares 93

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Jonnhard, Pól Johannus, Jens, Einar, Andras (Betuel 76’), Magnus, Jann Martin (Andrias 90+’), Árni, Andy og Klæmint

Líknandi tíðindi