07-04-13 NSÍ – B36 1-0

NSÍ vann í gjár 1-0 á B36 við Løkin í fimta umfari av EFFO-deildini. Hetta var fyrsti sigur í landskappingini í ár og kom tí sera væl við.

Hóast sigurin í gjár var okkara fyrsti í kappingini, og vit eru farin skuffaði frá dysti hini umførini, tí vit ikki hava vunnið, hava hesi fimm umførini víst okkum, at vit eru væl við móti øllum feløgum. NSÍ er nú ósigrað í trimum dystum, og teir báðar fyrstu dystirnar taptu vit tepurt, og kundu eins væl vunnið teir.

NSÍ kom betri frá byrjan í gjár enn mótstøðuliðið. Okkara menn vóru grammir á miðvøllinum og fangaðu ferð eftir ferð B36 í uppspælinum.

Andy og Árni vóru á kantunum – teir skiftu síðu av og á – meðan Jann Martin lá meira mitt fyri aftanfyri Klæmint. Magnus og Karl vóru mitt á miðjuni, meðan Jonhard, Pól Jóhannus, Jens og Einar mannaðu verjuna. Kristian vardi sum vant málið.

Burtursæð frá eini løtu nokkso tíðliga í fyrra hálvleiki og einum vørri móti dystarenda sat NSÍ nokkso tungt á spælinum í gjár. Álopini vóru mong og fjølbroytt. Kantarnir og bakkarnir sendu fleiri innlegg úr síðunum innfyri, og tá vit vunnu bóltin á egnari hálvu vóru kontraálopini skjót.

Tað fyrstu løtuna av dystinum endaðu álopini ikki beinleiðis við málmøguleikum, men sum fyrri hálvleikur leið og inn í annan hálvleik gjørdust royndirnar vandamiklari. Onkuntíð høvdu vit bóltin inni í B36 5-metrinum uttan at megna at koyra hann inn, og Klæmiont hevði eisini eina roynd á tvørtræið.

Royndir hjá B36 komu mest frá onkrum vandamilum fríspørkum hjá Súan Olsen. Ein sat við kensluni, at um hann helt áfram at skjóta fríspørk, so fór okkurt at enda í málinum. Eisini hevði B36 onkur kontraálop.

Í seinna hálvleiki helt NSÍ fram at trýsta. Nógv skot vóru úr síðunum og mitt fyri, men inn vildi bóltuin ikki. Okkara dreingir mistu tó ikki vónina og hildu áfram við trýstinum langt inn í yvirtíðina.

Onkrir longri steðgir høvdu verið vegna snudd – annars var dysturin ikki hart spældur. Dómarin valdi ikki at nýta kortini í gjár. Og tað er bara gott fyri fótbóltsspælið.

Í yvirtíðini kom so forloysandi málið. Jonhard hevði bóltin í høgru síðu. Hann spældi bóltin høgt innfyri, tvørturum brotstegin hjá B36. Klæmint høvdu bóltin innfyri aftur móti nærmaru stong. Og áðrenn Tórður megnaði at fáa hendurnar á bóltin, víti Magnus sannan vinnarvilja og prikaði bóltin inn.

Tað er við góðum treysti, at vit fara undir komandi uppgávurnar. Vit duga tað góða spælið. Vit koma fram til nógvar málmøguleikar – nógv meiri enn mótstøðuliðini. Og nú fara vit eisini at fáa bóltin í mál – tað er bara tað, sum manglar í løtuni.

Komandi vikurnar eru nógvir dystir á skránni. Næsta sunnudag, tann 14. apríl, taka vit móti TB í steypakappingini. Fríggjadagin 19. apríl vitja vit AB í landskappingini. Og síðani hava vit tveir heimadystir í landskappingini, móti ávikavist EB/Streymi hósdagin 25. apríl og móti HB sunnudagin 28. apríl.

Saman standa vit sterk!

NSÍ-B36 1-0
92′ 1-0 Magnus H. Olsen

NSÍ: Kristian, Jonhard, Jens, Pól Jóhannus, Einar, Árni (75′ Andras), Karl, Magnus, Andy, Jann Martin (’82 Andrias), Klæmint. Á beinkinum annars Pætur, Monrad og Sjúrður.

Líknandi tíðindi